BP rakt við olju á nýggjari oljuleið eystan fyri føroyska markið

BP funnið olju eystan fyri føroyska markið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

31.01.2018 - 13:19

Oljan >

Oljufelagið BP sigur í morgun frá, at tað hevur gjørt eitt sera spennandi  oljufund í økinum millum Hetland og Føroyar. Hesi tíðindi koma sera væl við hjá oljuvinnuni sum heild, sum í seinastuni hevur varpað ljós á framtíðar virksemi á Atlantsmótinum.

Talan er um eitt oljufund á Achmelvich oljuleiðini, sum liggur sunnan fyri risastóru oljukelduna Clair. Borað varð við pallinum Paul B Loyd niður á 2.395 metra dýpi. Umframt BP eru eisini Shell og Chevron partur av loyvinum. BP sigur, at tað fer nú at gera nærri kanningar av fundinum. Mark Thomas, BP forseti fyri Norðsjógvin sigur, at hetta eru sera spennandi tíðir fyri BP, sum hevur gjørt stórar íløgur í nýggjar framleiðslur bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. 

BP miðjar móti at tvífalda framleiðsluna til 200.000 tunnur um dagin í 2020 frá hesum leiðum.

Umframt Achmelvich hevur BP eisini eitt fund á Capercaillie leiðini, nær norska markinum í Norðsjónum.