BP: Gass er framtíðin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

26.10.2017 - 15:18

Oljan >

Av teimum trimum fossilu orkukeldunum, olja, gass og kol, er tað í dag gassið, ið fær størri og størri týdning kring heimin. Ein orsøkin er tann, at tað verður mett at vera tað minst dálkandi av teimum trimum. Og tað er nógv, sum bendir á, at gassið fer at verða raðfest uppaftur hægri í framtíðini. 

Og enn ein orsøk til tað er framleiðslan av LNG, flótandi gassi, hvørs eftirspurningur bara veksur. Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP, sum er sera virkið um okkara leiðir, hevur sett sær fyri at raðfesta gassframleiðslu uppaftur hægri í framtíðini.

Tað verður greitt frá hesi gongdini í nýggjasta tíðarritinum hjá felagnum. Har verður kunnað um áhugaverdu gasstilgongdini, hvørji lond eru størstu framleiðarar og brúkarar av LNG gassi. Eisini hvørji lond vóru mest heft at hesi orkukelduni í 2016. Hvussu nógv fer framleiðslan at vaksa, og hvaðani fer eftirspurningurin at koma frá. Niðurstøðan hjá BP er tann, at gass er minst dálkandi av teimum fossilu orkukeldunum, og fer eisini at hava størsta týdning í framtíðini í royndunum at nøkta heimsins orkutørv.

Meðan USA varðveitti sína støðu sum bæði størsti framleiðari og brúkari av gassi í 2016, so fall tess framleiðsla við 2,5% fyri fyrstu ferð síðani skifurgass kolveltingina miðskeiðis í 2000 talinum, sum ein avleiðing av fallandi gass- og oljuprísum.

Uttanfyri USA vaks eftirspurningurin og nýtslan í Europa við meira enn 6%. Orsøkin var betraða kappingarførið í mun til kol og minkandi kjarnorka og varandi orka í Europa. Eisini Miðeystur og Kina stóðu fyri einum vøksturi í nýtsluni. Men størsta minkingin var í Russlandi við 3,2% og Brazil við eini minking uppá 12,5%.

I fjør stóðu lond í Asia, her ikki minst Japan og Suðurkorea fyri størsta partinum av gassinnflutninginum eitt nú úr Australia, sum økti munandi um útflutningin av LNG gassi. Vøksturin í gassnýtsluni í Asia fer at halda fram komandi árini. Metingar vísa eisini, at handil við LNG gassi, sum verður flutt við risastórum gasstangaskipum, fer at vaksa sjey ferðir skjótari enn flutningurin við rørleiðingum, soleiðis at umleið helvtin av allari gassframleiðslu í heiminum frá 2035 verður LNG.

BP, sum ger stórar íløgur í gassframleiðslu, fær í 2018 og 2019 seks sera framkomin LNG skip, ið koma at gerast flaggskipini í vaksandi LNG flotanum.

Nógv gass er til og kann tað við verandi framleiðslu nøkta eftirspurningin í 52 ár aftrat. Heimsins størsti framleiðari av gassi er Iran, meðan Miðeystur samlað stendur fyri 42% av øllum gassgoymslunum í heiminum.

Líta vit fram til 2035, so er náttúrgass mett at vaksa skjótari enn bæði olja og kol við einum nýtsluvøkstri um árið uppá 1,6%. Sambært BP fer høvuðs eftirspurningurin eftir gassi at koma frá Kina, har gass fær støðugt størri týdning fyri ídnaðin og í orkuframleiðsluni.

Hvussu stóran týdning BP leggur í gass vísa útbyggingarnar hjá felagnum í 2017, har seks av sjey verkætlanum eru gass. Fram til 2020 verða 14 av 17 verktætlanum at snúgva seg um gassframleiðslu.

Kelda BP Magazine