Bræv skrivað á Titanic selt fyri eina millión krónur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

22.10.2017 - 17:42

Tíðindi >

Eitt bræv, sum eitt av ferðafólkunum á fyrsta klassa umborð á Titanic skrivaði, er selt fyri 126.000 pund ella fyri eina góða millión í donskum krónum á uppboðssølu.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan sambært Ritzau.

- Um alt gongur væl, koma við til New York mikumorgunin, skrivar Alexandar Oskar Holverson í brævinum, sum er stílað mammu hansara, og sum er skrivað við brævpappíri hjá Titanic.

Í brævinum skrivar hann eisini um upplivingarnar umborð. Millum annað at hitta kend og ovurrík samferðarfólk.

Tað varð sagt um Titanic, at tað ikki kundi søkka tá tað fór á jomfrúferð til Amerika í 1912. Skipið bar tó við eitt ísfjall á túrinum og sakk.

Alexander Oskar Holverson var sølumaður frá Minnesota í USA, og var við konu síni á ferð. Hann gekk burtur við skipinum, men konan yvirlivdi.

Tað var familjan, sum seldi brævið á uppboðssølu. Lyklar frá Titanic vóru eisini seldur á uppboðssøluni. Teir fóru fyri 76.000 pund, 630.000 krónur, skrivar dr.dk.