VÍF og KÍF bresta saman í Vestmanna í kvøld. (Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Brak í Vestmanna í kvøld

Agnar Frederiksen

27.09.2017 - 14:13

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Ein dystur í fremstu mansdeildini verður leiktur í kvøld. Talan er um eitt slag av grannauppgerð, tá VÍF tekur ímóti KÍF. 

Talan er um tvey lið, ið bert hava leikt ein dyst í part í ár. Og talan er um tvey lið, ið framvegis einki stig hava fingið. KÍF tapti fyrsta dystin á heimavølli ímóti Neistanum, meðan VÍF tapti í Hoyvíkshøllini.

Sostatt er hetta ein dystur, har bæði liðini av álvara vilja í gongd, og tá hesi liðini hittast er altíð lagt upp til ein spennandi dyst.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl.20.00