Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Brandur Hendriksson álvarsligan knæskaða - ikki við fyribils


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

14.02.2017 - 22:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyski landsliðsprofilurin Brandur Hendriksson mátti sunnudagin fara av vøllinum við skaða, og eftir nærri kanningar er nú staðfest, at hann ikki kemur at vøllin aftur fyribils.

Sambært bold.dk hevur hann slitið krossbandið. Hetta hendi í einum venjingardysti í Turkalandi, har eykaliðið hjá Randers FC spældi móti Vejle.

- Hetta er rættiliga óheppið. Fyri Randers, men mest fyri Brand sjálvan. Hann hevur fingið eina góða byrjan og bankaði uppá dyrnar til byrjunaruppstillingina hjá fyrsta liðnum, sigur Ole Nielsen, ítróttarstjóri í Randers FC við heimasíðuna hjá felagnum.

Brandur sjálvur harmast sjálvandi um støðuna eftir eina góða venjingarlegu, men hann kemur enn sterkari aftur, skrivar 21 ára gamli skálvíkingurin á Instagram.

Hann hevur spælt fimm dystir fyri Randers FC í heyst, og hevur verið fastur á føroyska landsliðnum. Næsti landsdysturin verður á útivølli móti Andorra 25. mars.