Mynd: Jens Kr. Vang

Brandur Olsen: Áskoðararnir eiga stóran lut í hesum

Sverri Egholm

13.06.2015 - 22:43

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Kenslan er góð. Tað sum vit hava arbeitt við til venjing riggaði í dag, her gekk alt upp í eina hægri eind, segði ein sera glaður málskoraði til 2-0, Brandur Olsen tá Portalurin møtti honum eftir dystin.

Hann fegnast um stóra stuðulin frá føroysku áskoðarunum.

Tað hevur ótrúliga nógv at siga tá áskoðarar koma at hyggja. Í dag komu teir at hyggja eftir okkum og ikki stórum stjørnum. Áskoðararnir eru ein stórur partur av sigrinum í dag, segði Brandur Olsen beint eftir dystin.

Føroyar vunnu dystin 2-1. Fyrst við máli frá Halli Hansson til 1-0 og síðani Brandi Olsen til 2-0. Grikkar komu innaftur í dystin og fingu minkað um munin til 2-1, men hóast tað, vóru tað Føroyar sum stóðu eftir sum vinnari í dag.