Brandur Hendriksson

Brandur: - Vit fara á vøllin fyri at halda nullið

Ingi Samuelsen

09.10.2016 - 11:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Málsetningarnir hjá føroysku leikarunum undan dystinum móti Portugal mánakvøldið eru greiðir.

- Vit skulu halda fram við okkara góða spæli. Vit skulu halda upp á bóltin, torra at spæla, og so kemur úrslitið, sigur Hallur Hansson.

Liðfelagin á miðvøllinum, Brandur Hendriksson, er púra greiður í sínum málsetningum fyri dystin mánakvøldið.

- Vit skulu halda nullið. Tað er meginmálið. Skora vit, og vit fáa sigurin heim, so er tað bara fínt. Jú, vit fara eftir trimum stigum, segði Brandur Hendriksson áðrenn venjingina á middegi í dag.

Eisini Hallur Hansson er óimponeraður av, at tað nú eru evropameistararnir, sum koma á vitjan á Tórsvølli.

- Um vit fáa okkara kombinasjónsspæl at virka, sum vit vilja, so kunnu vit klára okkum. Vit skulu vera miðsavnaðir og so hava sjálvsálitið í ordan – sjálvsálitið hava vit, sigur Hallur Hansson.

Spurdur um um flotti sigurin í Riga er við at seta spælararnar upp mót evropameistarunum, hevur Hallur Hansson hug til at yppa øksl.

- Stendur tað til mín, so skal tað ikki vera ein stór søga, at føroyska landsliðið vinnur ein dyst á útivølli. Eg vil gjarna hava, at tað er gerandiskostur, sigur framsøkni miðvallaleikarin, sum lovar føroysku áskoðarunum, at føroyska liðið fer ”all-in” mánakvøldið og ætlar at geva portugisisku evropameistarunum skarpan gang.

Eisini Brandur Hendriksson er til reiðar at taka ímóti Ronaldo og companý.

- Í dag leggja vit okkum eftir smáu detaljunum, leggja dent á teirra styrki og hvussu vit skulu verja okkum móti tí. So skulu vit vera 100 prosent við, vera til reiðar at hjálpa hvørjum øðrum, og so skal tað nokk ganga. Skulu vit hava eitt heilt gott úrslit, so krevst sjálvandi eitt sindur av hepni, at Gunnar hevur ein góðan dag í málinum og hjálp frá áskoðarunum, sigur Brandur Hendriksson.