Michel Temer, forseti (Mynd: EPA)

Brasil hevur útflutt spilt kjøt


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

20.03.2017 - 09:47

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Forsetin í Brasil, Michel Temer, bjóðaði í gjár ráðharrum og útlendskum sendiharrum til kreppufundar fyri at greiða frá, hvussu tað ber til, at nakrir av stóru kjøtframleiðararnir í landinum hava selt spilt kjøt til fleiri onnur lond, millum annað í Evropa.

Løgreglan í Brasil hevur illgruna um, at kjøtframleiðarar leingi hava mutrað eftirlitsfólk hjá landsins matvørueftirliti, skrivar Ritzau.

Eftirlitslfólkini hava góðkent, at tað var í lagið at selja og eta kjøt, ið varð spilt. Málið er ein risastór gøla í Brasil, og mett verður, at hetta kemur at kosta landinum nógv.

Michel Temer, forseti, royndi við sínum fundi við sendifólk úr Evropa, USA og Kina at sissa fólk fyri at avmarka kreppuna.

- Talan er ikki um heilsuvanda, sigur ein talsmaður fyri heilsumálaráðið í Brasil.

Men tað hava brasiliufólk ilt við at trúgva.

Løgregla og ákærumyndugleiki hava seinastu árini aftur og aftur skuldsett ráðharrar og embætisfólk fyri at hava tikið ímóti mutri frá fólki og fyritøkum við virksemi, ið ikki tolir dagsins ljós.

Prógv eru nú funnin fyri, at slaktarí hava mutrað eftirlitsfólk til at góðkenna kjøt til Evropa, sum seinni hevur víst seg at vera fongið við salmonella, skrivar Reuters.

Løgreglan framdi fríggjadagin húsarannsóknir, og handtók 30 fólk, ið eru skuldsett fyri at hava verið partur av einum ólógligum netverki. Fleiri slaktarí eru kannað, og boð eru send um at handtaka 27 fólk afturat.

Ein stórur høsnaungagarður, sum fleirtjóða fyritøkan BRF eigur, og tvey slaktarí hjá brasilska felagnum Peccin, eru nú stongd av myndugleikunum. Harafturat eru 21 kjøtframleiðsluvirki undir illgruna.

Í Danmark er Matvørustýrið nú farið undir at kanna um spilt kjøt er komið til Danmarkar, skrivar Ritzau.

Brasil er heimsins størsti útflytari av oskakjøti og høsnarungum. Umleið 150 lond keypa kjøt úr Brasil, herímillum Danmark og Føroyar. Kjøtútflutningurin gevur Brasil eina árliga inntøku upp á umleið 83 milliardir krónur.