Philippe Coutinho skoraði sítt fyrsta hattrick fyri Brasil í nátt (Mynd: EPA)

Brasil svaraði aftur við at vinna knúsandi sigur á Haiti

Niels Petersen

09.06.2016 - 16:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Brasil mátti vinna í dysti sínum móti Haiti í nátt, eftir at tað bert eydnaðist at fáa javnleik í fyrsta dystinum í bólkaspælinum. Og hetta trýstið sum liðið kom undir, tað varð brúkt á rættan hátt. Við einum knúsandi 7-1 sigri hevur Brasil lagt seg á odda í bólki B. Talan er samstundis um størsta sigur hjá Brasil síðan í 2012. Harumframt skoraði Liverpool spælarin, Philippe Coutinho sítt fyrsta hattrick fyri landsliðið.

Haiti bleiv ongantíð ein hóttan móti Brasil í nátt, og tað var heldur ongantíð væntað. Til tað er Brasil alt ov góðir. Men hetta forðaði tó ikki teimum í reyðum, áhaldandi at leypa á gulkløddu brassarnir. Hetta gav upptil fleiri kúfóður av plássi, sum brasiliumenn lættliga kundu umsett til tveysifrað á máltalvuni. Men tað blivu so til sjey, og tað er eisini á góðari leið.

Gabigol fekk sítt fyrsta
Gabriel Barbosa, sum eitt ótal av liðum í Europa eru áhugaði í at keypa fekk eisini sett hol á sína málskjóting fyri landsliðið í nátt. 19 ára gamli hevur longu fingið heitið málkongur heima í Brasil, og nú hol er komið á á landsliðnum eisini, verður áhugin bara størri og størri fyri at tryggja sær hansara undirskrift.

Fyrsta hattrick á landsliðnum
kreativi miðvallarin, Philippe Coutinho byrjaði dystin í nátt við at skora tvær ferðir innanfyri fyrsta hálva tíman. Síðani var hann einamest brúktur sum bandi í offensiva partinum. Men í yvirtíðini føldi hann, at hann eisini skuldi enda dystin við einum máli, og hann tók síðani sakina í egnar hendur, og snaraði einum langskoti í einum bleytum boða framvið Haiti málverjanum, til endaligu støðuna 7-1 til Brasil.

Hetta er størsti sigur hjá brasilska landsliðnum síðan 2012, tá Brasil vann 8-0 á Kina.

Úrslit og dystarskrá

Bólkur A
1. umfar:
USA-Kolumbia 0-2

Kosta Rika-Paraguay 0-0

2. umfar:
USA-Kosta Rika 4-0
Kolumbia-Paraguay 2-1

Bólkur B
1. umfar:
Haiti-Peru 0-1
Brasil-Ekvador 0-0

2. umfar:
Brasil-Haiti 7-1
Ekvador-Peru 2-2

Bólkur C
1. umfar:
Jamaika-Venesuela 0-1

Meksiko-Uruguay 3-1

2. umfar:
Uruguay-Venesuela (kl. 00:30 í kvøld)
Meksiko-Jamaika (kl. 03:00 í kvøld)

Bólkur D
1. umfar:
Panama-Bolivia 2-1
Argentina-Kili 2-1

2. umfar:
Kili-Bolivia (kl. 00:00 í annaðkvøld)
Argentina-Panama (kl. 02:30 í annaðkvøld)