Neymar og co. fingu ikki spælið at koyra ímóti Sveis í kvøld

Eingin sambafótbóltur í Rostov

Agnar Frederiksen

17.06.2018 - 20:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Seinasti dysturin í kvøld varð leiktur í Rostov. Summi vilja vera við, at HM ikki byrjar av álvara, fyrrenn Brasilia traðkar inn í kappingina. Men størsti favoritturin til HM-heitið kom ikki uppá hæddurnar í kvøld. Alpulandið Sveis fekk eitt stig, og tískil er bólkur E púra opin.

Brasilia legði annars væl út og hevði tíðiliga onkran sera góðan møguleika at leggja seg á odda. 1-0 málið kom eftir 20 minuttir. Bólturin datt fyri føturnar á Philippe Coutinho sum var staddur til vinstru uttanfyri brotsteigin. Í sínum eyðkenda stíli smekkaði Coutinho til við høgra fótínum og bólturin fekk eitt ógvusligt skrú. Bólturin fór umvegis stólpan í málið, og so kom Barcelona-leikarin á talvuna í sínum fyrsta HM-dysti við einum frálíkum málið. 

Brasilumenn tyktust at hava tamarhald, hóast lítið kom burturúr í álopsspælinum restina av hálvleikinum. Fimm minuttir inn í 2.hálvelik javnaði Sveis. Xherdan Shaqiri sendi eitt hart og gott innlegg tætt innfyri málið, har Steven Zuber ótarnaður kundi stútað bóltin í málið. Brasilumenn vildu hava fríspark, tí Hoffenheim-miðvallarin hevði hendurnar á ryggjinum hjá Miranda.

Hetta loypti hvøkk á liðið hjá Tité, men eftir eina løtu kom Brasila eitt sindur í gongd, og skapti nakrar møguleikar; serliga komu tríggir stórir møguleikar eftir deyðbóltar ímóti endanum. Men vælskipaða liðið hjá Sveis gav ikki so nógv burtur, og fekk eitt væluppiborið stig. Neymar strálaði ikki, Sveis gjørdi tað trupult fyri stóra suðuramerikanska landið, og Brasilia strálaði ikki frá byrjan.

Brasilia - Sveis 1-1(1-0)


Fyrr í dag vann Serbia 1-0 á Kosta Rika, har Aleksandar Kolariv gjørdist matchvinnari við frálíkum frísparki. Næsta umfar í bólki E er á skránni fríggjadagin:

Brasila - Kosta Rika (13.00)
Serbia - Sveis (19.00)