Sámal Erik Hentze (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

HM upptakt: - Brasilia verður heimsmeistari

Ari av Rana

13.06.2018 - 12:41

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Portalurin hitar upp til HM í fótbólti, sum byrjar í morgin, við at seta venjarum í Betri-deildini hjámonnum 7 spurningar um hvat hesir vænta og vóna av kappingini.

Fyrsti venjarin vit seta spurningarnar er Sámal Erik Hentze úr NSÍ

Hvørjum landsliðið stuðlar tú til HM ?

- Brasilia er mítt lið. Eg havi stuðla Brasilia so leingi eg minnist.

Hvør vinnur HM ?

- Brasilia gerast heimsmeistarar. Men tað verður í harðari kapping við Frakland og Týskland.

Hvør verður kosin besti leikari

- Skal eg meta um besta leikara, so er torført at hyggja eftir øðrum enn Lionel Messi, Cristiano Ronaldo og Neymar. Men eg trúgvi ikki at Portugal og Argentina fara at standa seg nóg væl, og tí vænti eg, at Neymar gerst besti leikarin.

Hvør verður toppskjútti ?

- Thomas Müller úr Týsklandi gerst toppskjútti.

Hvat lið tekur øll á bóli ?

- Eg hevði vóna at tað verður okkurt av norðurlondunum, men eg vænti ikki. Eg trúgvi at tað verður Belgia.

Hvat lið verður størsta vónbrotið ?

- Eg eri stórliga bangin fyri at Portugal fer at standa seg verri enn vænta.

Hvussu fer HM at ávirka tín gerandisdag ?

- Eg fari at taka mær tíð at hyggja eftir dystunum. Mær dámar so væl at hyggja eftir fótbólti, at eg nokk fari at hyggja eftir teimum dystunum, sum eg ikki síggi beinleiðis, seinni um kvøldið.