Oyggjaleikir á Gotlandi í 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Breið semja um 10 milliónir til oyggjaleikir

Sverri Egholm

17.04.2018 - 10:56

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Breið semja er um at játta 10 milliónir í landskassatrygd fyri, at Oyggjaleikir kunnu verða í Føroyum í seinasta lagi 2029. Tað er greitt eftir aðru viðgerð í morgun, tá 32 atkvøddu fyri og eingin ímóti.

Landskassatrygdin er ein treyt fyri at kunna bjóða seg fram at skipa fyri oyggjaleikum, og tí hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum lagt uppskotið fram.

Triðja viðgerð verður á einum seinni tingfundi.

Sí eisini: Útvaldar myndir frá oyggjaleikum á Gotlandi 2017