Mynd: The Independent

Brennivargurin, sum vildi slakta krossfarararnar, flýggjaði uttan fartelefon og samleikaprógv

Jens Hákun Leo

24.12.2016 - 16:20

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Anis Amri, 24 ára gamli tunesiski maðurin handan yvirgangsatsóknina á einum jólamarknaði í Berlin mánakvøldið, sum kravdi 12 mannalív, hevði øll eyðkennini av einum manni, sum flýggjaði einsamallur.

Hetta sigur eitt høgtstandandi talsfólk innan italiensku serdeildina, ið hevur sum uppgávu at forða yvirgangi, sambært CNN.

Anis Amri varð skotin til deyða í Milano í Italia stutt eftir kl. 3 am, lokala tíð, í gjár, eftir at hann var byrjaður at skjóta eftir tveimum italienskum løgreglumonnum - Cristian Morio og Luca Scata.

Sambært hesum omanfyrinevnda høgtstandandi talsfólkinum sá tað út sum, Amri hevði pakkað í skundi. Hann hevði einans eitt sindur meira enn 1000 evrur uppi á sær (eitt sindur meira enn 7.500 krónur, red) og var í trimum pørum av buksum. Hann hevði onga fartelefon uppi á sær og heldur einki samleikaprógv, og tað einasta, hann hevði við sær í ryggsekkinum, var ein tannbust og barberskúm.

Myndugleikarnir í Italia kanna enn, hvørt Anis Amri framdi yvirgangsatsóknina í Berlin einsamallur ella í felagsskapi við aðrar Daesharar.

Í einum videobroti á einari heimasíðu, sum sympatiserar við Daesh, sæst Anis Amri svørja trúskap til leiðaran hjá Daesh, Abu Bakr al-Baghdadi, samstundis sum hann lovar, at ”vit vilja slakta krossfarararnar, sum bumba muslimar hvønn dag”.

Anis Amri kom, sambært italiensku løgregluni, til Milano klokkan eitt fríggjanáttina. Sambært italiensku tiðindastovuni kom hann til Italia við toki frá franska landslutinum Savoy. Hesi síðstu tíðindini eru tó enn ikki váttað av fronskum myndugleikum.

CNN skrivar, at Anis Amri varð av týsku fregnartænastuni mettur at vera ein av teimum mest vandamiklu islamistunum í Týsklandi undan yvirgangsatsóknini mánadagin.

Anis Amri kom upprunaliga til Italia í februar 2011 í kjalarvørrinum av arabiska várinum og sat í fongsli í Italia í trý og eitt hálvt ár, eftir at hann hevði fest eld í ein skúla og framt grovan harðskap í einari flóttafólkalegu. Eftir at hann varð leyslatin, kravdu italienskir myndugleikar, at hann skuldi verða sendur aftur til Tunesia, men sýttu tunesiskir myndugleikar fyri hesum vegna manglandi skjalafesting.

Anis Amri fekk hareftir boð um at fara úr Italia, og mistu myndugleikarnir hann eftir hetta úr eygsjón.