Theresa May, enskur forsætisráðharri (Mynd: Jyllands-posten)

Bretar kvetta innara marknaðin og tollsambandið við ES

Niels Petersen

15.01.2017 - 20:59

Tíðindi > Uttanlandshandil

Týsdagin fer enski forsætisráðharrin, Theresa May at avdúka Brexit málið hjá bretum. Sambært fleiri tíðindabløðum verða bæði innari marknaðurin og tollsambandið við Evropasamveldið kvett.

Sambært ensku tíðindabløðunum, The Sunday Times, The Sunday Telegraph og The Sun fer enski forsætisráðharrin at mæla báðum pørtum, bæði teimum sum søgdu ja til Brexit og teimum sum ikki vóru so hugagóð um slitið til, arbeiða í felag, til frama fyri Onglandi, og at royna at fáa sum frægast burturúr støðuni, sum landið nú er í.
 
Sjálv var forsætisráðharrin ikki av heitastu talskvinnum fyri Brexit, og hon atkvøddi eisini ímóti, men í seinastuni er tónin broyttur, og nú tosar hon meira jaliga um stóru broytingina, og teir kolossalu møguleikarr hon gevur Onglandi.

Tíðindabløðini skriva millum annað, at tey vænta at enska pundið nú fer at falla, nú bretar eru ávegis móti tí sokallaða "harða brexit". Tað er eitt hugtak, sum Theresu May ikki dámar at brúka, og tað sipar til øll neiligu árinini av slitinum við Evropasamveldið. Tað eru tó, tíbetur, ikki bert neiligar avleiðingar, og tað er tað sum verður fokuserað á.

Bløðini siga seg annars hava fingið ein part av taluni sum forsætisráðharrin fer at halda á Downingstreet týsdagin, og tey siga, at Theresa May fer at fokusera uppá at Bretland nú hevur kolossalar møguleikar, sjálvt at gera handilsavtalur við onnur lond, og um hvussu trupult tað hevði verið at gjørt slíkar handilsavtalur, var landið verandi í samveldinum.

Donald Trump, sum verður innlisin sum Amerikanskur forseti 20. januar fegnast stórliga um bretsku avgerðina um, at fara úr Evropasamveldinum, og hann sigur seg vera sinnaðan at gera góðar avtalur við Bretland.

Framyvir verða samráðingar millum Ongland og Evropasamveldið, og tá fer Ongland sjálvandi eftir at fáa so góðar avtalur sum til ber. Men tað er lítið at ivast í, at samveldið verður ikki so sinnað at gera nakar avtalur sum eru betur enn tær sum Ongland hevði, áðrenn landið valdi at fara úr samstarvinum.

Sambært týska tíðindablaðnum, Die Welt er enski fíggjarmálaráðharrin, Philip Hammond komin við fjaldum hóttanum um, at bretar eitt nú ætla at lækka partafelagsskattin, fyri at leggja trýst á Evropasamveldið, og soleiðis vinna sær góðar handilsavtalur við evropeisku marknaðirnar.