Bretski forsætisráðharrin, Theresa May (Mynd: EPA)

Bretland ávarar Russland um at ávirka val í øðrum londum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.11.2017 - 19:27

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, sigur, at Russland leggur seg uppí val í øðrum londum og berur følsk tíðindi fyri at skapa ósemju og spilla vesturlendskar stovnar.

May sigur, at Russland roynir at gera upplýsingar og tíðindi til eitt vápn í sínum njósning á alnótini og royndum at órógva. Hon heldur eisini fyri, at Russland er ein hóttan ímóti altjóða landaskilinum.

Bretski forsætisráðharrin sigur, at Bretland fer at gera tað, sum er neyðugt, fyri at verja seg, og fer at arbeiða við sínum sameindum at gera tað sama. Hon sigur, at Bretland fer at gera tað, sum er neyðugt at arbeiða móti Russlandi, men at hetta ikki eru tey viðurskiftini við Russland, sum Bretland ynskir at hava.