Theresa May (Mynd: EPA)

Bretland krevur forkláring frá Russlandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.03.2018 - 16:01

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Bretland hevur givið Russlandi freist til í kvøld at greiða frá hvussu nervaeitur, sum er framleitt í gamla Sovjettsamveldinum, varð brúkt í álopi á fyrrverandi russiskum dupultnjósnara, sum gav upplýsingar til bretsku fregnartænastuna.

Sergei Skripal og dóttur hansara Yulia er bæði í hættisligum vanda á sjúkrahúsi, eftir at tey vórðu eitraði 4. mars.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, sigur, at tað er sera sannlíkt, at Russland eigur ábyrgdina eftir at Bretland fann evni, sum hoyrir undir sera hættisliga Novichok bólkinum av nervaeitran, sum Sovjettsamveldi framleiddi í 1970’unum og 1980’unum.

- Hetta var at beinleiðis gerð av Russlandi móti okkara landi ella hevur Russland mist ræði á einum møguligum vanlukkuligum nervaeitri, og lat tað í hendurnar á øðrum persónum, sigur Theresa May.

Russland, sum hevur forsetaval 18. mars, noktar fyri at hava nakað at gera við álopin á Sergei Skripal. Russiski ambassadørurin í Bretlandi, Alexander Yakovenko, var kallaður inn til uttanríkistænastuna, og fekk boð um at Russland hevur til á midnátt at koma við eini frágreiðing. Um ikki, herður Bretland tiltøkini móti russiska búskapinum, skrivar Reuters.