Annika Olsen (Savnsmynd)

Bretskir menn verða fyrstu samkyndu, sum giftast í Føroyum

Ingi Samuelsen

06.09.2017 - 12:34

Tíðindi >

Hóast Annika Olsen atkvøddi saman við restini av Fólkaflokkinum ímóti at loyva samkyndum at giftast í Føroyum, verður tað Annika Olsen, nú sum borgarstjóri í Tórshavn, sum skal gifta fyrsta samkynda parið í Føroyum.

Talan er um tveir bretskar menn, sum eru komnir til Føroya at staðfesta sín kærleika við at lata seg giftast.

Vígslan verður á ráðhúsinum á Vaglinum kl. 14 í dag, skrivar in.fo.