(Mynd: EPA)

Bretsk-japanskur høvundur fær Nobel-heiðurslønina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

05.10.2017 - 12:23

Mentan > List > Bókmentir

Tað verður bretski rithøvundurin Kazuo Ishiguro, sum fær bókmentaheiðursløn Nobels í ár. Tað varð kunngjørt fyri løtu síðani í Stockholm.

”Nobelvirðislønin verður latin enska rithøvundanum Kazuo Ishiguro, sum í skaldsøgum við stórari kensluligari megi hevur avdúkað dýpið undir okkara ímyndaða kenslu av sambandi við heimin”, var sagt í grundgevingini hjá svenska akademinum.

Ishiguro er føddur í Japan í 1954, men gjørdist bretskur ríkisborgari í 1982.

Hann er eitt nú kendur fyri bókina ”The Remains of the Day” frá 1989, sum í 1993 varð gjørd til film við Anthony Hopkins og Emma Thompson í høvuðsleiklutunum.