John Longworth. Mynd: EPA

Brexit hevndarsøka fer at skaða týska búskapin

Steinar Patursson

21.01.2017 - 13:56

Tíðindi > Uttanlands - ES

Týski búskapurin fer at merkja sviðan, um týskir politikkarar royna at gera bretsku tilveruna torføra, sum hevndarsøku fyri Brexit.

Tann boðskapin fara Brexit fortalarar at geva á einum stórum handilsfundi í Týsklandi í dag.

John Longworth, ið var við til at stjórna Leave means Leave kampanjuni, og Owen Paterson, fyrrverandi ráðharri, fara í dag at gera týsku handilsvinnuni greitt, at um Týskland fer at hevna seg móti Stórabretlandi við at gera Brexit samráðingarnar óneyðuga harðar, so fer tað bert at koma týska búskapinum aftur um brekku.

- Tað gevur meining, at vinnur í øllum ES og Stórabretlandi, ið ynskja at samstarva og reka handil sínamillum, halda áfram at gera júst tað, og hevði gagnligt, um bretska og týska stjórnin saman við lyklapersónum í ES arbeiða fram móti tí málinum, segði Longworth, ið áður hevur starvast sum aðalstjóri í bretska vinnuhúsinum.

- Um týski ríkiskanslarin og ES leiðarar halda áfram at vera neiligir og koma við hóttanum, tá tingast skal við Stórabretland, so fer týska vinnan og týski buskapurin at merkja sviðan, helt hann áfram.

Theresa May, bretskur forsætisráðharri, hevur eisini gjørt greitt, at tað hevði staðist ræðuligur sjálvsskaði fyri ES, skuldu ES leiðarar roynt at revsa Stórabretland fyri Brexit.