(Mynd: EPA)

Brexit: Jamie letur matstovur aftur í Bretlandi

Ingi Samuelsen

09.01.2017 - 17:24

Tíðindi > Uttanlands - Búskapur

Ótryggleikin í Bretlandi í kjalarvørrinum av Brexit leggur nú bretsku matstovuvinnuna undir trýst.

Hetta sigst nú vera orsøkin til, at enska matstovuketan ’Jamie’s Italian restaurants’ við kenda kokkinum Jamie Oliver á odda, hevur tikið avgerð um at steingja seks matstovur í Bretlandi, skrivar BBC.

- Sum einhvør matstovueigari veit, er tað ein knallharður marknaður, og eftir Brexit er trýstið og ótryggleikin vorðin enn størri, sigur stjórin fyri matstovuketuna, Simon Blagden við BBC.

Orsøkin er millum annað prísurin á italskum rávørum. Tað er vorðið rættiliga nógv dýrari at flyta inn vørur til Bretlands eftir at enska mundið er fallið munandi í virði mótvegis evruni sum avleiðing av bretsku ynskjunum um at lima seg úr ES-samstarvinum.

Jamie’s Italian hevur 28 matstovur uttan fyri Bretland og hevur í løtuni ætlanir um at lata upp yvir 20 matstovur afturat uttan fyri Bretland.