Anthony Knockeart fegnast um sigurin og uppflytingina (Mynd: Premier League á Twitter)

Brighton hevur tryggjað sær pláss í Premier League

Ingi Samuelsen

17.04.2017 - 19:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Enska felagið, sum eitur Brighton & Hove Albion FC, spælir við í Premier League komandi leikár.

Í kvøld vann Brighton 2-1 á Wigan Athletic. Harvið kom Brighton upp á 92 stig, og hóast trý umfør eru eftir at spæla í The Championship, so er longu nú greitt, at Brighton verður millum tvey tey ovastu, og hevur harvið tryggjað sær beinleiðis uppflyting til bestu deildina, Premier League.

Brighton liggur nú fimm stig framman fyri Newcastle, sum hevur 85 stig, og síðan koma Reading við 79, Huddersfield við 78, Sheffield Wednesday við 75 og Fulham við 73 stigum. Liðini, sum enda nummar 3 til 6 spæla eitt endaspæl um eitt pláss í Premier League.

Seinast Brighton spældi í bestu deildini í Onglandi var í 1983. Venjari hjá Brighton er Chris Houghton.