Brigitte Bardot. Mynd: Jens Kr. Vang

Brigitte Bardot farin úr Føroyum

Steinar Patursson

22.09.2015 - 07:28

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Skjóta tríkiljan hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, er nú í Bremen í Týsklandi, og sum skilst skal hon ikki aftur til Føroya í ár.

Tað skrivar Paul Watson á Facebook.

Brigitte Bardot hevur verið í Føroyum í slakar tríggjar mánaðar og hevur saman við Sam Simon og Bob Barker roynt at lagt seg upp í tey grindadrápini, ið hava verið her í ár.

Hóast nógv umtala hevur verið um Bob Barker og Sam Simon, so hevur Brigitte Bardot ikki gjørt eins nógv um seg.

Fleiri søgur eru komnar fram seinastu dagarnar, har útróðrarmenn hava gjørt vart við, at skipini hjá Sea Shepherd hava roynt at provokera og hava vitleyst siglt heilt tætt at bátunum.

Sam Simon og Bob Barker eru enn í føroyskum sjógvi, og enn er óvist, nær teir fara avstað aftur.