Brimil á Vestmanna fyrr í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Brimil sett kós móti Norðingi enn einaferð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

04.06.2018 - 20:35

Tíðindi >

Um 20 tíðina í kvøld setti Brimil kós móti Norðingi, sum enn einaferð hevur fingið maskinskaða.

Norðingur er staddur eystur móti markinum, einar 100 fjórðingar úr landi, og Brimil verður har um 4 tíðina í nátt. Tá verður farið í holt við at sleipa skipið til lands, verður upplýst av MRCC-støðini.

Hetta er triðju ferð í ár, at Norðingur hevur brúk fyri sleipi frá Brimli. Fyrstu ferð var í februarmánaði, og aðru ferð fyrst í mai mánaði, tá skipið varð sleipað á Kollafjørð at landa, og síðani á Havnina at umvæla skaðan.



beint nú