Bronsa til Benjamin Gunnarstein

Ingi Samuelsen

03.07.2015 - 10:40

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Tað næsta bronsuheiðursmerkið í badminton er nú komið í land. Benjamin Gunnarstein, vann fyri løtu síðani bronsufinaluna móti Albert Navarro Gomes av Menorca.

Úrslitið av dystinum var 2-1. Menorca-búgvin vann fyrsta settið 21-19, men so kom Benjamin aftur og tryggjaði sær bronsuna við at vinna 21-12 og 21-13.

Niclas Eysturoy, sum vann hálvfinaluna móti Benjamin, skal seinni í dag spæla finaluna í einmansleiki fyri menn, so longu nú er avgjørt, at menninir vinna tvey heiðursmerki í einmansleiki. Til lukku við tí.