(Savnsmynd frá seinastu oyggjaleikum)

Bronsa til Rebekku Fuglø

Ingi Samuelsen

27.06.2017 - 17:27

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Einasti íðkarin, sum var í kapping í frælsum ítrótti í dag, kom heim við heiðursmerki.

Rebekka Fuglø, sum gjørdist nummar 5 í 1500 metra renning á oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani, megnaði hesaferð at renna seg inn til eitt triðja pláss og harvið bronsuheiðursmerki.

Rebekka rann teinin í tíðini 4:30,20. Anna Tait av Orknoyggjum vann gull við 4:24,15 framman fyri Rachael Franklin av Manoy.