Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Broytt ferðaætlan hjá Smyrli frá í morgin

Sverri Egholm

16.02.2018 - 16:07

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Orsaka umvælingararbeiði á høvuðsmotorarnar hjá Smyrli hevur Strandferðslan gjørt av at broyta ferðaætlan.

Ferðaætlanin kemur í gildi frá í morgin árini klokkan 7.

Strandferðslan hevur nú fingið upplýst frá veitarunum at arbeiði at umvæla deilin, sum er sendur niður til Hirtshals er í gongd, og væntandi fer Smyril aftur at sigla við fýra motorum frá 26. februar.

- Tískil verður neyðugt at tillaga ferðaætlanina hjá Smyrli til broyttu umstøðurnar í komandi viku og til allir motorarnir aftur eru tøkir.

- Tað at vit eru mitt í vetrartíð og at Smyril hevur havt sera torført við at halda ferðaætlanina higartil, krevur broytingar, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

Nýggja ferðaætlanin sæst her