Magni Laksáfoss (Mynd: Sverri Egholm)

Broytti meining og vildi ógilda kliringina

Sverri Egholm

11.12.2017 - 14:22

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Eftir øllum at døma angraði Magni Laksáfoss, at hann hevði gjørt avtalu um sonevnda kliring við Kristin Michelsen í málinum um fiskivinnunýskipan, sum var til aðru viðgerð fríggjadagin.

Tað veit Sosialurin at siga í dag.

Magni Laksáfoss ringdi til Kristin Michelsen, sum var staddur uttanlands, í einari roynd at fáa avtaluna ógildaða. Hetta eydnaðist ikki, og so var einki annað at gera enn at virða avtaluna, sigur hann við Sosialin.

Sambandstingmaðurin var undir hørðum trýsti frá egnum flokki, bæði frá formanninum Bárði á Steig Nielsen og frá lokalfeløgum, sum heittu á flokkin um at fáa greiði á hesum.

Hetta eydnaðist tó ikki, og beint áðrenn atkvøtt var til 2. viðgerð rýmdi Magni Laksáfoss úr tingsalinum, og málið varð samtykt við 16 fyri og 15 ímóti. Hevði Magni Laksáfoss atkvøtt í málinum og atkvøtt ímóti hevði staðið og jøvnum, og málið hevði sostatt falli.

- Tað er eingin orsøk til at hjálpa samgonguni at koyra mál ígjøgnum, sum vit ikki taka undir við. Onkursvegna hevur hetta skalað tað álitið, sum er í millum okkum, segði Bárður á Steig Nielsen við Portalin beint eftir tingfundin fríggjakvøldið.

Triðja og seinasta viðgerð av málinum verður í morgin.

Les eisini: Óvist hvussu Kristin Michelsen fer at atkvøða