(Mynd: EPA)

Brúkarar ilskast inná Snapchat



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

09.02.2018 - 06:49

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Sosiali miðilin Snapchat er komin við nýggjari dagføring, sum hevur elvt til øsing og hóttanir um at sletta appina.

Dagføringin hevur við sær nýtt design og broyting í bygnaðinum av appini, men vanadjór, sum vit menniskju eru, hevur hetta ført við sær túsindavís av eittstjørnaðum ummælum av appini í App Store og Google Play Store.

Broytingin í bygnaðinum merkir, at farið er frá fýra síðum at blaða millum til tríggjar. Áður vóru tær fýra síðurnar tey persónligu snappini, sum vinir høvdu sent til tín, myndatólið, Story-síðan, har mann kundi síggja almennu søgurnar hjá vinum í 24 tímar, og so ein Discover-síða við reklamum og innihaldi frá miðlum.

Nú eru einans tríggjar síður, har almennu søgurnar hjá vinum og persónligu snappini eru blandað saman, og tað er serliga hetta, sum brúkarar ilskast inná.

Snap Inc. hevur ikki svarað atfinningunum.