Brynhild og Rannvá vunnu bronsu

Ingi Samuelsen

03.07.2015 - 09:56

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Systrarnar Rannvá og Brynhild Carlsson hava júst vunnið bronsu í tvímansleiki fyri kvinnur. Tær spældu móti einum pari frá Guernsey, Charlotte Barnes og Emely Trebert, og vunnu trygt 21-13, 21-17. So er fyrsta heiðursmerki í einstaklingakappingunum í badminton heima!

Hinvegin eydnaðist tað ikki Niclas Eysturoy og Aksel Poulsen at vinna bronsufinaluna móti sterka partinum frá Jersey, sum teir vunnu á í liðfinaluni.

Marc Constable og Alaksander Hutchins vunnu trygt 2-0 (21-16, 21-16)

Um eina løtu skal Benjamin Gunnarstein spæla bronsufinalu í einmansleiki fyri harrar móti Albert Navarro Gomez av Menorca.