BUBU bjóðar til adventsløtu í Kunoy

Snorri Brend

30.11.2014 - 07:47

Tíðindi >

So er fyrsti sunnudagur í advent og jólini stunda veruliga til.

Børnini eru serliga spent, og tí hevur BUBU pyntað og hugnað um í húsunum í Kunoy og fingið gestir á gátt. Sí sjónband niðanfyri.

Her fortelur BUBU jólasøgur, hoyrir gestirnar syngja og endar so við einum góðum hyggjuráðum.

Søgurnar snúgva seg flestu um børn og eisini foreldur teirra. Tær eru jólaligar og hava eisini ein góðan jólaligan boðskap, sum saman við teimum frálíku sangarunum, ið vitja BUBU.

Adventsløturnar hjá BUBU er ein liður í at menna føroyskt tilfar og at fortelja góðar søgur, og hoyra góðar sangir nú um jólini. Tað verður løgd út ein nýggj adventsløta hvønn sunnudag í advent.

- So kaga innar og stilla av eina løtu saman við børnunum, ella ommu/abba børnunum, sigur klovnurin BUBU.


Í hesi fyrstu sending - vitjar bólkurin T.O.S. saman við nøkrum fittum gentum, og framførir ein nýggja jólasang, í røttum T.O.S. stíli.