Buffon sigur farvæl við Juventus



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

17.05.2018 - 12:41

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Gianluigi Buffon spælir sín seinasta dyst fyri Juventus leygardagin. Tá hevur heimsklassamálverjin leikt heili 640 dystir í bestu italsku deildini, umframt 176 landsdystir fyri Italia.

Fyrrverandi Parma leikarin hevur tó ikki ætlanir um at leggja málmanshandskarnar á hyllina enn, og sigur, at hann hevur fingið ymisk áhugaverd tilboð um at leika aðrastaðni. Enn hevur hann ikki tikið støðu til hvar hann spælir komandi kappingarár.

Buffon skifti sum 23 ára gamal úr Parma til Juventus í juli 2001. Hann hevur vunnið italska meistaraheitið 9 ferðir, umframt tær tvær ferðirnar, tá meistaraheitið varð tikið frá Juventus, sum úrslit av Calciopoli gøluni, tá Juventus og onnur lið vóru revsaði fyri matchfixing.

Buffon vann eisini heimsmeistaraskapið fyri landslið í 2006.