Búi svarar Sjúrða aftur: - Eg eigi ikki lut í innihaldinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

20.04.2017 - 17:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Búi Tyril svarar nú Sjúrða Skaale aftur, sum fyri páskir setti Búa uppá pláss fyri at hava havt ábyrgdina av tí dulnevnda faldaranum, sum millum annað var sera kritiskur mótvegis Kringvarpi Føroya og, harundir, Sjúrða Skaale sjálvum.

Í lesarabrævi í dag førir Búi Tyril í hesum sambandi millum annað fram, at tað er rætt, at hann hevði tekniska umsiting (viðvíkandi prenti, flutningi og útbering) av faldaranum um KVF, sum kom út beint fyri páskir, vegna ein kunda, ið ynskti at vera anonymur, men at tað er óviðkomandi í samanhanginum.

- Innihaldinum eigi eg ikki lut í. Faldarin varð lisin av lógarkønum hjá Posta, ið mettu, at einki ærumeiðandi ella útspillandi fyrikom har; annars hevði Posta havt skyldu til at nokta fyri útbering, sigur Búi Tyril, sum víðari vísir á, at...

- Sjúrður Skaale og onnur við honum hava funnist at mær fyri at hava “latið meg brúka” til hesa uppgávu, soleiðis at onkur annar “kann goyma seg”. Eg eri samdur í at lygnir, sleyg og útspilling eiga ikki at sleppa ótálmað og navnleyst framat í tí almenna rúminum. Men talan er ikki um tílíkt her.

- Annars er rætturin at útrykkja sínar meiningar anonymt grundleggjandi í einum fólkaræði. Vit hava loyniligar atkvøðugreiðslur til val, júst fyri at ein og hvør skal kunna seta sín kross í einrúmi uttan at onnur vita, hvat viðkomandi velur, soleiðis at eingin skal koma undir trýst í tílíkum høpi. Sama meginregla er galdandi eitt nú í lóggávu sum skal verja whistleblowers, sigur Búi Tyril at enda í lesarabrævinum, sum kann lesast her.

Les eisini: Sjúrður við Búa Tyril: - Tú ert avdúkaður sum ein dulnevndur steinandi ræðuskítur

Les eisini: Nýggjur dulnevndur faldari legst eftir KVF