U19 liðið sum byrjaði móti Kroatum í dag (Mynd: Rúni Heinesen)

Búkilska argar føroyska U19 hópin

Niels Petersen

11.11.2016 - 19:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir frálíka byrjan í EM-undankappingini í Montenegro, tapti føroyska U19-landsliðið við dreingjum næsta dystin móti einum krútsterkum kroatiskum liði. Kroatar vunnu dystin, fult uppiborið 5-0. Og úr sambært heimasíðuni hjá FSF ger hervilig búkilska um seg í føroyska hópinum, og henda hevði hug at órógva nokkso fitt ímóti Kroatum.

- Vit vóru greitt við undirlutan, og hóast vit iðra okkum um støddina á tapinum, mugu vit viðurkenna, at kroatar vóru betri og vunnu fult uppiborið, sigur Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbjørn Joensen, er venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum.

Dysturin bleiv spældur á einum sera bleytum og tungum vølli, og føroysku spælararnir høvdu ilt við at fóta sær. Hinvegin tóktust kroatarnir meira vandir við støðuna, og hetta sást eisini aftur í spælinum, skrivar heimasíðan millum annað.

Ungu leikararnar fella tó ikki í fátt, og kunnu sjálvir avgera, um teir skulu spæla seg víðari í kappingini.

- Vit hava framvegis møguleika at spæla okkum víðari til næsta umfar, og tí møguleikanum fara vit eftir. Dysturin ímóti Kypros mánadagin verður ein finala um 2. plássið í bólkinum, og vit fegnast sjálvandi um, at vit hava hendan gylta møguleikan. Men treytirnar eru greiðar: Vit skulu vinna á Kypros, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Eftir tvey umfør hevur Kroatia 6 stig, Føroyar og Kýpros hava 3 stig hvør, meðan vertslandið Montenegro framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar. Triðja og seinasta umfar verður spælt týsdagin 14. november klokkan 10:00, føroyska tíð.

FØROYAR
12. Rói Zachariasen (GK) – 3. Ari Olsen, 4. Bjarni Petersen, 5. Ólavur Niclasen, 16. Andri Benjaminsen (13. Petur í Túni Petersen, 64’) – 10. Teit Jacobsen (2. Jóhan Waag Høgnesen, 79’), 17. Mórits Heini Mortensen, 6. Jákup B. Andreasen, 15. Erlendur Magnusson, 18. Pætur Petersen (9. Hannes Agnarsson, 59’) – 8. Petur Knudsen

Eykaspælarar
1. Rói Mørk Hentze, 7. Janus Svabo Samuelsen, 11. David Muller og 14. Hjalti Kárason Djurhuus