Ruskbyngjan, sum bumban lá í (Mynd: Dr.dk)

Bumba brast í New York í gjárkvøldið - Særdi 29 fólk

Niels Petersen

18.09.2016 - 10:30

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Ein bumba brast í New York klokkan 20:30 í gjárkvøldið. Onkur hevur eftir øllum at døma lagt eina bumbu í eina stálbyngju, saman við burturkasti. 29 fólk fingu skaða. Hetta skrivar Dr.dk.

Bæði borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, og løgregluovastin, James O'Neill, søgdu á tíðindafundi stutt eftir hendingina, at einki bendir á, at talan er um yvirgangsatsókn. Men hóast talan ikki er um yvirgang, so hevur onkur tilvitað sprongt eina bumbu.

Borgarstjórin segði millum annað á tíðindafundinum, at sprongingin var tilvitað, men at tað tó onki er sum bendir á, at samband er við yvirgang.

Heili 29 fólk fingu skaða, men sambært myndugleikunum í New York er eingin í lívsvanda.

Sambært Dr.dk hendi sprongingin í íbúðarøkinum, Chelsea á Manhattan. Meira nágreiniliga á6th Avenue og West 23rd.

Ein onnur spronging var eisini á Manhattan fyrrapartin í gjár, tað var ein rørbumba, sum varð løgd í eina ruskspann. Hetta var framvið vegnum, har umleið 5.000 motiónsrennarar skuldu renna framvið løtu seinni.

Hetta skrivar NBC New York. Tað verður upplýst, at tvær líknandi rørbumbur, eisini lógu í ruskspannini, men at hesar tíbetur ikki sprongdust.