Mynd: EPA

Bumbuhóttan við tey Hvítu Húsini


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

19.03.2017 - 10:50

Mentan > Uttanlands > Annað

Í gjárkvøldið klokkan 23.05 lokala tíð koyrdi ein maður til eitt eftirlitsstað nær við tey Hvítu Húsini og segði seg hava eina bumbu í bilinum. Secret Service helt manninum aftur. Hetta skrivar CNN.

Tað varð ikki váttað, um ein bumba var í bilinum, men bilurin verður kannaður. Fýra tímar eftir at hendingin fór fram, var eftirlitsstaðið framvegis avbyrgt.

Donald Trump forseti var í Florida, tá hetta hendi.

Secret Service sigur, at kanningararbeiðið er í gongd.

Fyrr um dagin var ein annar persónur handtikin fyri at leypa upp um eitt súkklustativ beint við tey Hvítu Húsini. Maðurin kláraði ikki til girðingina á teimum Hvítu Húsunum. Hann hevði einki vápn, men hevði eitt skjal, sum hann ætlaði at avhenda í teimum Hvítu Húsunum.