(Mynd: EPA)

Bumbumaðurin í New York handtikin

Ingi Samuelsen

19.09.2016 - 16:17

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Jagstranin eftir eftirlýsta Ahmad Kahn Rahami er nú liðug. Borgarstjórin í býnum Elizabeth í New Jersey, USA, váttar, at eftirlýsti maðurin er handtikin, skrivar Reuters.

Maðurin varð settur í samband við spreingingina leygarkvøldið í Chelsea býarpartinum í New York. Ein sokallað trýstkókarabumba brast og særdi 29 fólk. Tá spreingievni varð funnið nærhendis gjørdi løgreglan av at eftirlýsa 28 ára gamla Ahmad Kahn Rahami við navni og mynd.

Trýstkókarabumban var av sama slag, sum varð brúkt í álopinum móti Boston Marathon í 2013, tá trý fólk lótu lív og fleiri særdust.

Stutt frá staðnum, har bumban brast leygarkvøldið, fann løgreglan ein annan trýstkókara, sum varð bundin í eina fartelefon við leidningum. Fyrr um dagin brast ein rørbumba við eina rennigøtu í New Jersey. Ongin særdist, men ein ætlað ætlað heilsurenning varð avlýst

Sunnudagin fann løgreglan upp í fimm møguligar bumbur í einum ryggsekki á eini tokstøð í býnum Elizabeth í New Jersey. Ein av bumbunum brast, meðan bumbutólmennið hjá løgregluni kannaði tað.

Tveir fløskusavnarar funnu ryggsekkin í eini ruskspann á støðini. Í ryggsekkinum lógu leidningar og rør, sum vísti seg at vera bumbur.