Mynd frá tiltakinum Slaktið í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Búnaðarstovan vil vekja áhugan fyri kálvakjøti

Sverri Egholm

15.09.2017 - 21:51

Mentan >

Búnaðarstovan fer at bjóða smakkiroyndir av kálvakjøti á Slaktið tiltakinum, sum verður í morgin í Tórsgøtu. Endamálið er at vekja áhugan hjá fólki at eta kálvakjøt.

Tróndur G. Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni, heldur tað er neyðugt at skapa ein eftirspurning eftir kálvakjøti, soleiðis at tað kann loysa seg hjá bóndir at ala kálvar.

Um bóndirnir skulu tíma at ala kálvar, má ein marknaðurin vera fyri hesum kjøtinum. Vit síggja tað sum eitt upplagt høvi at bjóða smakkiroyndir av kálvakjøti á tiltakinum í Tórsgøtu. Vónandi kann hetta vera við til at økja um eftirspurningin eftir kálvakjøti, sigur Tróndur.

Búnaðarstovan fer eisini at bjóða smakkiroyndir av gimburlambskrovum á tiltakinum.

Sterkar ábendingar eru um, at gimburlamdskrovini eru serliga væl egnaði at steikja fesk. Vit vita, at feitt depotirnir eru øðrvísi hjá gimburlombum og veðurlombum. Veðurlambskrovini eru góð til turt kjøt, meðan gimburlambskrovini eru góð at steikja. Kokkar fara at grilla gimburlambskrov og vónandi kann hetta eisini verið við til at økja um eftirspurningin eftir hesari vøruni, sigur Tróndur G. Leivsson.

Les eisini: Fletta kúgv í Tórsgøtu í morgin