Burak Yeter á Okkara Tórsfest 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

26.01.2018 - 10:23

Mentan > Mentan > Konsertir

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið á Okkara Tórsfest á Vaglinum í Havn, leygarkvøldið 21. juli, tí longu nú er kunngjørt, at bæði Burhan G og Danny & The Veetos verða millum mongu nøvnini. Og í dag er kunngjørt, at eisini Burak Yeter fer at seta lív í á Okkara Tórsfest 2018.

Nýggjasta navnið á plakatini hjá Tórsfest er DJ’arin Burak Yeter, sum fekk sítt heilt stóra altjóða gjøgnumbrot síðsta summar við lagnum “Tuesday”. Lagið hevur verið sera nógv spælt á dansistøðum og útvarpsrásum kring heimin og higartil er tað spælt yvir 230 milliónir ferðir á Spotify.

Burak Yeter eru føddur í Turkalandi, men er búsitandi í Hollandi, har hann framleiðir tónleik. Hann ferðast nógv kring heimin, har hann er DJ á teimum stóru dansistøðunum og festivalunum. Nú kemur hann so til Føroyar í summar, har hann fer at seta lív í fjøldina á Okkara Tórsfest 2018.


beint nú