Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Burhan G á Okkara Tórsfest 2018

Tíðindaskriv

24.01.2018 - 09:33

Mentan > Mentan > Konsertir

Fleiri spennandi útlendsk og føroysk nøvn fara á pall á Vaglinum í Havn leygarkvøldið 21. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fimtu ferð skipar fyri Tórsfest. Fyrsta navnið, sum fyriskipararnir kunngera, er danski sangarin Burhan G.

Leygarkvøldið fyri ólavsøku verður Vaglið og gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða settir upp á Vaglinum í Havn. Hetta verður fimtu ferð, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest, sum er tann nýggja fólkaveitslan mitt í Havnini beint fyri ólavsøku.

Í ár hevur tað millum annað eydnast at fáa vælumtókta danska sangaran Burhan G við sínum bólki á Tórsfest. Dárandi sangarin og sangskrivarin er mest kendur fyri sínar kenslubornu sangir, har hann við einum blandingi av poppi og RnB klárar at fáa fjøldina at brána við síni rødd og sangum.

Burhan G hevur givið út sjey fløgur við hittum sum ”Kalder Mig Hjem”, “Din for evigt” og ”Jeg Vil Have Dig For Mig Selv”. Hann hevur eisini sungið og givið út sangir saman við millum øðrum L.O.C., Nik & Jay og Medinu. Tí kunnu áhoyrarar á Okkara Tórsfest 2018 vænta eina røð av hittum frá einum av best umtóktu sangarunum í Danmark.

Í morgin og fríggjadagin verða enn fleiri nøvn kunngjørd, sum fara at spæla á Okkara Tórsfest 2018.