BusinessCombat: Kappast í nýggjum vinnuspæli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

17.11.2017 - 07:34

Tíðindi > Útbúgvingar

Hesa vikuna hava politikarar og vinnulívsfólk saman við triðja árs næmingum á miðnámi luttikið í BusinessCombat, einum nýggjum og spennandi vinnuátaki. Mikudagin fór tað fram á Handilsskúalnum Glasi í Marknagili í Havn og í gjár í handilsskúlanum á Kambsdali.

Millum luttakandi fyritøkurnar vóru Smyril Linde, Gist&Vist, SMS, Atlantic Airways, Luna, Christian í Grótinum, Framherji, SEV, PM og Poul Hansen umframt BankNordik og Advokatfelagið yviri við Strond, ið hava stuðla tiltøkunum. Í fleiri førum var tað stjórin sjálvur, ið luttók.

BusinessCombat 2017
Hugsanin handan BusinessCombat var at samla vinnulívsfólk, løgtingsfólk, næmingar og lærarar á Glasi og Miðnám á Kambsdali til eina fakliga liðkapping, har kappast verður í einum professionellum KT-grundaðum virkisspæli. Tey luttakandi næminga- og vinnuliðini kappast um at vera best til at reka eitt ímyndað virki yvir tvey ár.

Liðsamanseting
Luttakararnir vórðu býttir í níggju blandað vinnu- og næmingalið. Eftir at hava fingið vegleiðing um spælið, skuldu liðini reka hvør sítt ímyndaða virki í umleið átta ársfjórðingar í beinleiðis kapping móti hvørjum øðrum.
Liðini skulu hvønn ársfjóðring taka avgerð um prís, marknaðarføringspart, framleiðslu, fullnýtsluátøk v.m. Eftir hvønn ársfjóðring roknar KT-skipanin úrslitið, so hvørt lið fær eina ársfjóðringsfrágreiðing, ið vísir fíggjarliga úrslitið av teimum avgerðum, ið eru tiknar farna ársfjóðring. Síðani verða avgerðir tiknar til næsta ársfjóðring o.s.fr. Sum partur av spælinum broytist marknaðurin orsakað av t.d. politiskum avgerðum, verkføllum o.t.
Gjaldførið er avmarkað til givna kassakredittin, ið bankin leypandi metir um í mun til virkið.

Tað liðið, ið samlað rekur sítt ímyndaða virki best, og hevur størst samlað úrslit eftir skatt, verður BusinessCombat-vinnarin.

Konsulentfyritøkan Welcome Management stýrir gongdini av spælinum og gevur luttakarunum neyðugu vitanina, áðrenn spælið byrjar.