(Mynd: Ingi Samuelsen)

Búskaparráðið leggur fram fyri Aksel og teimum

Ingi Samuelsen

04.09.2015 - 09:54

Tíðindi > Pengar > Landsbúskapur

Klokkan 10 í morgun helt Búskaparráðið tíðindafund, har greitt varð frá nýggju frágreiðingini, sum júst er gjørd, har dentur er lagdur á at lýsa serliga ætlaðu íløgurnar.

Frágreiðingin sæst her

Nú fyri middag skulu so politikararnir, sum í løtuni sita í samráðingum um nýggja samgongu hitta Búskaparráðið, fáa eina gjøgnumgongd, og væntandi seta spurningar, sum verða umrøddir í samgongusamráðingunum.

- Umframt at vit skulu leggja fram okkara frágreiðingar, so eru vit altíð sinnað at koma og greiða nærri frá hesum, og í hesum føri hevur Aksel V. Johannessen, biðið um at geva politikarunum, sum sita í samgongusamráðingum, eina gjøgnumgongd, og tað gera vit sjálvandi fegin, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum.

Í morgun skuldi Aksel V. Johannessen hitta umboð fyri Nýtt Sjálvstýri, og síðan er ætlanin at tingingar skulu vera millum allar fýra flokkarnar, sum eru við í samráðingunum, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri