Bygdarráðið í Porkeri skipað

Ingi Samuelsen

16.11.2016 - 11:43

Tíðindi > Suðuroy - Porkeri

Nývalda bygdarráðið í Porkeri hevur hildið fund fyri at skipa seg, og tað verður framhaldandi við Mikkjali Sørensen sum borgarstjóra og Andreas Berg sum varaborgarstjóra.

Á myndini situr Mikkjal Sørensen fyri borðendan. Til vinstru sita Andreas Berg og Sveinur Bech. Til høgru Emily Poulsen og Joan Vejhe.

Hetta er fyrsta ferðin, at tvær kvinnur sita í bygdarráðnum í Porkeri.