Nýggjasta skipið hjá Carnival Cruise, Carnival Vista, ið verður latið komandi ár, tekur knapt 4.000 ferðafólk (Mynd: carnival-news.com)

Byggir ferðamannaskip til 7.000 fólk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.08.2015 - 21:13

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Heimsins størsta reiðarí, sum skipar fyri reikferðum (cruise), Carnival Cruises, fer nú undir at byggja eina røð av skipum, og talan verður um um skip við plássum fyri fleiri ferðafólkum enn onnur skip av hesum slag.

Bloombert-tíðindatænastan veit at siga, at í 2019 er ætlanin hjá Carnival Cruises at kunna bjóða fólkum við skipum, ið rúma yvir 7.000 fólkum. Ferðafólkakapasiteturin á nýggju skipunum verður 6.600, og hartil kemur so eitt stórt tal av starvsfólkum umborð.

Skipini skulu byggjast á Meyer skipasmiðjuni í Finnlandi. Orkukeldan verður flótandi gass, sokallað LNG-gass. Fyrstu skipini av hesum slag verða sett í sigling í Evropa umvegis týska felagið Aida, ið javnan plagar at vitja í Føroyum. Aida-reiðaríið hevur annars júst avlýst komandi ferðirnar til Føroya orsaka av nýggju føroysku grindalóggávuni.

Nýggju skipini hjá Carnival verða 180.000 bruttotons, sum tó er nakað minni enn heimsins størstu ferðamannaskip av hesum slag, ið felagið Royal Carribean Cruise eigur, tey eru 227.700 bruttotons.