Føroysku sendifólkini í útlondum saman við landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen og Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóra til kunnandi tiltak í Vinnuhúsinum í farnu viku. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Byggja brýr millum føroyska vinnu og sendifólk í útlandinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

19.03.2017 - 16:41

Oljan >


Tað er ikki hvønn dag, at slíkt høvi býðst - at umboð fyri føroyska vinnu kunnu hitta og práta við øll tey føroysku sendifólkini, sum arbeiða í útlandinum. Tað hendi tó í Vinnuhúsinum í Havn hósdagin. Leiðslan í Vinnuhúsinum hevði sett limum sínum og føroysku sendifólkunum stevnu til eitt tiltak, sum hevði til endamál at byggja brýr millum vinnuna og sendifólkini, ið arbeiða í Danmark, Íslandi, Ruslandi, Bretlandi og ES.

”Hetta er nakað, sum vit hava ynskt leingi og nú hetta fyrsta tiltakið av sínum slag er farið av bakkastokki, fara vit at royna at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak,” segði Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, tá umleið 70 umboð fyri føroyskt vinnulív møttu føroysku sendifólkunum umframt landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen. Eisini vóru umboð fyri UVMR til steðar, eitt nú nýggi aðalstjórin Herálvur Joensen og Gunnar Holm-Jacobsen, stjóri á Uttanríkisdeildini í Tinganesi.

Eftir at Poul Michelsen greiddi frá støðuni á ymsu marknaðunum og arbeiðinum hjá UVMR, ið m.a. roynir at fáa fríhandilsavtalur við fleiri lond og annars at rudda slóð fyri føroyskum vørum á útlendskum marknaðum, greiddi stjórin í Havsbrún Odd Eliassen frá um royndirnar hjá Havsbrún við útflutningi uttanfyri ES.

Síðani fingu tey fimm sendifólkini høvi til at greiða frá teirra virksemi og varð niðurstøðan, at føroysk vinna altíð er vælkomin at gera brúk av teimum tænastum, sum føroysku sendistovurnar í útlandinum hava at bjóða fram.

Tiltakið í Vinnuhúsinum endaði við, at føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen, hevði eina sera áhugaverda og aktuella framløgu um Brexit og hvønn týdning tað kann fáa fyri sambandið millum Føroyar og Bretlandi í framtíðini.