Byggja heimsins fyrsta tunnil til skipaferðslu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.04.2017 - 22:55

Tíðindi >

Út fyri býnum Stad í Sognefjørðinum ætla norðmenn at byggja heimsins fyrsta tunnil til skipaferðslu, ið skal tryggja, at skip koma trygt ígjøgnum vandamikla farvatnið har á leiðini.

Tað skrivar Shipingwatch sambært antares.fo.

Tunnilsverkætlanin er tann fyrsta av sínum slag í heiminum, og tunnilin verður 1,7 km langur, 37 metrar høgur og 26,5 metrar breiður.

2,2 mia. krónur eru settar av til tunnilsverkætlanina undir navninum Stad Ship Tunnel. Verkætlanin er partur av almennu norsku flutningsætlanini, ið gongur frá 2014 til 2023, og sum norska stjórnin fíggjar.

Arbeiðið at gera skipstunnilin byrjar í 2019, og hann skal vera liðugur í 2023, skrivar antares.fo.