Mynd: Leivur Nygaard

Byggja upp aftur sum skjótast

Sverri Egholm

10.06.2017 - 09:57

Tíðindi >

Varðin Pelagic var ein sólskinssøga í Suðuroynni. Eitt stórt arbeiðspláss, sum hvarv eftir einum degi, tá eldur kom í virkið fyrrapartin í gjár.

Men virkið verður bygt uppaftur so skjótt sum møguligt, segði Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic við Kringvarpið í gjár.

- Tað er einki annað at gera enn at bretta upp arma og taka tað, sum ikki kann brúkast niður, og byggja uppaftur og fáa virkið at koyra aftur so skjótt sum møguligt, so fólk fáa teirra arbeiðið aftur, segði Bogi Jacobsen.

- Síðani vit komu her, hava vit ongantíð ivast í, at vit bygdu virkið á rætta staðnum, segði hann.

Eldur kyknaði mitt í bygninginum í framleiðsluhølunum og óvist er hvussu hann kyknaði. Eingin mansskaði stóðst av hendingini.