(Mynd: Sverri Egholm)

Byrjaðu við stórtapi

Sverri Egholm

25.06.2017 - 11:07

Ítróttur > Ítróttur > Kurvabóltur

Hetta var dysturin, har Føroyar høvdu størst møguleika fyri at fáa eitt gott úrslit. Men úrslitið gjørdist altso 90-33 til Gotland.

Føroysku kurvabóltsmenninir vóru væl við fyrstu løtuna, men so hvørt sum okkara ikki megnaðu, at fáa stig burturúr sínum møguleikum og gotlendingar samstundis eydnaðust við sínum gjørdist munurin alsamt størri. Í hálvleikinum var støðan 37-11 til vertirnar.

Hendan sama gongdin helt fram í báðum teimum seinnu fjórðingunum, og úrslitið gjørdist 90-33 til Gotland.

Í morgin bíðar Sarema og týsdagin Menorka.