Byrta kemur saman aftur á Voxbotn 2018

Tíðindaskriv

24.11.2017 - 09:34

Mentan > Mentan > Konsertir

Byrta, sum nokk mann teljast millum best umtóktu poppbólkarnar í Føroyum, fer nú aftur á pall, eftir at bólkurin ikki hevur verið á palli seinastu árini. Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen, sum mynda bólkin, hava roynt seg hvør sær, men nú koma saman aftur sum Byrta á konsertiltakinum ’Okkara Voxbotn 2018’.

Løg sum ’Norðlýsið’, ’Loyndarmál’, ’Eydnan’ og ’Í tínum eygum’ hava brent seg inn í heilan á flest okkara, og hava verið tráspæld á útvarpsrásunum. Og tær konsertirnar, ið Byrta higartil hevur havt á Voxbotn, hava víst, at Byrta er ein bólkur, sum bæði hugsar í tónleiki og framførslu, og megnar at fáa allar áhoyrararnar við. Tí verður tað uttan iva ein dansiveitsla av teimum stóru, tá Byrta aftur fer á pallin í Vágsbotni.

Forsølan til tónleikatiltakið byrjaði fyri trimum vikum síðani, og ongantíð áður hevur gravgangurin eftir atgongumerkjum verið so stórur sum hesaferð. Langt yvir helmingurin av øllum atgongumerkjunum eru longu seldur.

Longu nú er greitt, at Nephew og danski rapparin Gilli verða millum mongu nøvnini, sum fara á pall í Vágsbotni, 30 juni.