Mynd: Independent

Myndir: Býurin, sum ikki er til meira

Jens Hákun Leo

25.08.2016 - 12:00

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Italienski býurin Amatrice er ikki tann, sum hann var fyri bert tveimum døgum síðan.

Borgarstjórin í býnum, Sergio Pirozzi, sigur, at hann longu nú kann vátta, at 190 fólk eru deyð í býnum, og at 40 fólk enn ikki eru komin afturíaftur.

Hetta sigur enska blaðið Independent í dag.

Eitt stað ímillum 1000 til 2000 fólk búðu í býnum. Tað talið er nú broytt, nú meira enn 10% av fólkunum í býnum eru deyð.

Pirozzi sigur, at hann er vísur í, at fleiri av hansara vinum vóru ímillum tey deyðu.

- Okkara hjørtu eru brotin, men vit fara at koma fyri okkum aftur, sigur Pirozzi.

Sambært italska blaðnum La Republica eru yvir 2.500 fólk rýmd úr heimi sínum eftir jarðskjálvtan, sum rakti í gjár, og sum higartil hevur kravt okkurt um 250 mannalív. Blaðið skrivar, at yvir 4.000 bjargingarfólk hava arbeitt í alla nátt í royndini at finna fólk á lívi.




beint nú