Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Rappstjørnan Cardi B hevur avlýst konsertina á Roskilde Festival, har hon var eitt av høvuðsnøvnunum, boðar festivalurin frá.
Konsertin hjá Cardi B hevði annars verið tann fyrsta hjá henni í Danmark. Orsøkin er, at hon er vorðin við barn og skal eiga í juli. Cardi B hevur annars júst útgivið debutfløguna Invasion of Privacy.
Programstjórin hjá Roskilde Festival, Anders Wahrén, sigur soleiðis sambært Gaffa:
- Slaturin um, at Cardi B er við barn, hevur verið at hoyrt leingi, men nú er tað ikki bara slatur longur, og hon hevur enntá termin umleið samstundis sum Roskilde Festivalurin er. Vit ynskja Cardi B og trúlovaða hennara alt tað besta við vaksandi familjuni, men tað ger sjálvandi, at vit hava eitt hol í skrá okkara mikudagin 4. juli, sum vit arbeiða hart fyri at fylla.
Roskilde Festival 2018 verður frá leygardegnum 30. juni til leygardagin 7. juli 2018.